Landsdystir móti Íslandi

Komandi tvey vikuskiftið verða fleiri landsdystir millum ungdómslandslið hjá Føroyum og Íslandi.

Í dag eru føroysku U16- og U18- kvinnurnar farnar til Íslands, har tær koma at spæla tveir landsdystir í Kórinn í Kópavági og næsta vikuskiftið  koma íslendsku U16-menninir til Føroyar at spæla tveir dystir.

Dystarskráin sær soleiðis út
Leygardagin 4. juni kl. 15.00 U16-kvinnur Ísland – Føroyar
Leygardagin 4. juni kl. 17.30 U18-kvinnur Ísland – Føroyar
Sunnudagin 5. juni kl. 15.00 U16-kvinnur Ísland – Føroyar
Sunnudagin 5. juni kl. 17.30 U18-kvinnur Ísland – Føroyar
Leygardagin 11. juni kl. 17.00 U16-menn Føroyar – Ísland
Leygardagin 12. juni kl. 17.00 U16-menn Føroyar – Ísland

Dystyrnir í Íslandi verða stroymdir á youtube síðuni hjá íslendska hondbóltsambandinum HSÍ – YouTube, meðan dystir í Føroyum verða stroymdir á live.hsf.fo.

Dystirnir eru liðir í fyrireikingum til komandi altjóða kappingar. U16-kvinnurnar skulu spæla European Open í Gøteborg í tíðarskeiðnum 4. – 8. juli, meðan U18-kvinnur fyrireika seg til HM-endaspælið í Norðurmakedonia 30. juli til 10. august. U16-dreingir fyrireika seg til European Open í 2023. Tað er nakað serligt at umboða sítt land í landsdysti og sum liður fyrireikingunum vóru U16-liðini eisini til ein gevandi fyrilestur hjá Jens á Skipagøtu mikudagin, har tey arbeiddu við tí sálarliga í at spæla sín fyrsta landsdyst.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni