Lív er danmarkarmeistari

16 ára gamla Lív Poulsen úr Vestmanna vann danmarkarmeistaraheitið fyri U16 í gjár. Hon spælir við FC Midtjylland, sum vann finaluna á Skanderborg. Úrslitið var 25-24.

– Tað var heilt fantastisk og stuttligt at uppliva, sigur hon.

Lív fór á hondbóltsskúla í Ikast í november, har hon hevur kappast um pláss á liðnum hjá FC Midtjylland. Kappingin er hørð, men hon hevur vunnið sær pláss á liðnum, sum nú er tað besta í Danmark í hesum árganginum.

Lív er vinstrahandað og spælir á høgra vongi. Hon spældi 35 minuttir í finaluni og skeyt eitt mál.

Hon hevur verið darvað av skaða seinastu vikurnar, men nú var hon aftur tøk.

– Eg eri sera fegin um, at armurin var í lagi, so eg kundi spæla finaluna, sigur Lív Poulsen.

Hon spældi ikki við, tá danmarkarmeistaraskapið fyri eftirskúlar var síðsta vikuskiftið. Tá vunnu Lív og liðfelagarnir eisini.

Í stórari menning
Lív heldur seg hava gjørt stór framstig seinastu seks mánaðirnar. Tað verður eisini lagt nógv fyri. Tær venja tvær ferðir um dagin, leygardag hava tær frí, og so spæla tær dyst sunnudag.

– Har eru fleiri sera góðir spælarar, og eg venji nógv fyri at kunna gera meg galdandi. Eg havi serliga vant styrkivenjing, tí donsku spælararnir hava verið betri fyri kropsliga, men nú haldi eg, at eg eri eins væl fyri sum tær, sigur Lív.

– Tað er kanska ikki so løgið, at blusurnar ikki passa um herðarnar longur, leggur hon flennandi afturat.

Lív er sera fegin um, at hon fór til Danmarkar at spæla, og hon heldur eisini, at allir hondbóltsáhugaðir føroyingar eiga at fara á hondbóltsskúla. Tað eru fleiri góðir eftirskúlar í norðanlondum.

– Eg havi ikki bara fingið nógv burturúr sum hondbóltsspælari. Eg havi knýtt nýggj vinarbond og havt øðrvísi og stuttligar upplivingar, sigur hon.

Ein annar føroyingur spældi eisini við í hálvfinalunum um danmarksmeistaraheitið. Marita Mortensen og hinar í FIF Håndbold endaðu á fjórða plássi.


Marita og Lív

 

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni