Europa Cup luttøka

Skipan fyri føroyskari Europa Cup luttøku. Reglugerðin er galdandi fyri menn og kvinnur hvør sær.

Europeiska Hondbóltssambandið (EHF) skipar fyri hesum kappingum fyri klubblið hjá monnum og kvinnum.

1. EHF Champions League
2. EHF European League
3. EHF European Cup

Føroyar hava í løtuni fýra pláss í EHF European Cup. Í føroysku kappingunum geva hesi pláss atgongd til EHF European Cup. Er sama lið umboðað fleiri ferðir millum tey fýra ovastu plássini, fellur plássið víðari til tað næsta. Tekur eitt lið ikki av møguleikanum at luttaka, fellur plássið víðari til tað næsta liðið á listanum.

  1. Vinnarin av FM
  2. Vinnarin av grundspælinum
  3. Vinnarin af steypakappingini
  4. Tvey´ari í FM
  5. pláss FM
  6. pláss FM
  7. pláss FM
  8. pláss FM
  9. pláss FM