Ymsar serreglur

Hendan reglugerð tekur saman um tey frávik, sum eru frá kappingarreglunum hjá HSF og altjóða spælireglunum

§1- Reglugerðin er galdandi fyri næstbestu, triðbestu, møguligar lægri deildir og barnadeildir.

§ 2 – Til dyst er ásetta tal av leikarum mesta lagi fylgjandi;

Í U9 og U10 í mesta lagi 10 leikarar.
Í U12 í mesta lagi 14 leikarar.

§3 – Longd av dystum í landskappingini:
Hjá U9 verður leikt 2×10 min.
Hjá U10 verður leikt 2×15 min., tó 2×10 min., tá annað av liðunum hevur tveir ella fleiri dystir sama dag.
Hjá U12 verður leikt 2×20 min., tó 2×15 min., tá annað av liðunum hevur tveir ella fleiri dystir sama dag.
Hjá U14 verður leikt 2×25 min.
Hjá U16 verður leikt 2×30 min.
Hjá U18 verður leikt 2×30 min.

§4 – Leikt verður við Team Time Out í U18-deildunum og næstbestu deildini, men bert eitt í hvørjum hálvleiki. Triðbesta, lægri og U16 og niðureftir spæla ikki við Team Time Out.

§5 – Reglan um kravt time-out til útvísingar er ikki galdandi fyri aðrar deildir


§6 – Reglan um eyka útispælara, sum ikki ber málverjatroyggju, er ikki galdandi fyri triðbestu deild og U16-deildirnar og niður.

§7 – Reglan um nær ein leikari, sum verður tilsæddur á vøllinum, aftur má koma inn, er ikki galdandi fyri aðrar deildir.

§8 – Reglan um at vísa blátt kort til burturvístan leikara, er ikki galdandi fyri aðrar deildir. Øll reyð kort skulu fráboðast HSF.

§9 – Reglurnar um herda sekt fyri brot framd seinasta hálva minutti av dysti, eru ikki galdandi fyri aðrar deildir.

§10 – Mansverja er ikki loyvd í barnadeildunum, t.e. U18 og niðureftir.

§11 – Galdandi fyri U16 og deildir niðanfyri er, at tað bert er loyvt at skifta út, tá liðið hevur bóltin, undantikin er tó málverjin.

§12 – Reglur fyri U9 og U10:
a) Leikt verður á fullum vølli hjá U10 og á stuttvølli hjá U9.
b) Málið verður lækkað úr 200 cm niður 178 cm – við yvirliggjara, sum verður settur í málið.
c) Hvørt liðið hevur 6 leikarar á vøllinum, 5 útileikarar + málmann.
d) Loyvt er hvørjum liði at hava í mesta lagi 4 útskiftarar, við øðrum orðum kunnu í mesta lagi 10 leikarar vera á einum liði.
e) Loyvt er at verja allastaðni á vøllinum.
f) Málmaðurin hevur ikki loyvi til at fara fram um miðjuna.
g) Tá ið eitt lið kemur 5 mál afturút, kann tað fáa ein leikara afturat á vøllin.
h) Mansverja er ikki loyvd. Heldur ikki er loyvt við skuggaverju, sum hevur til endamáls at taka einstakar spælarar úr spælinum, m.a. við áhaldandi at forða teimum at fáa bóltin. Venjarar skulu saman við dómarunum samstarva um at røkka hesum máli.
i) Leikari, sum fær útvísing, skal út í 2 min. Men liðið skal tó ikki spæla í undirtal, tí annar leikari kann fara inn fyri tann, ið er útvístur.