Landskappingin vaksin

§ 1 – Yvirskipaðar reglur
Í grundspælinum verða trý umfør leikt í landskappingini í fremstu deildunum hjá monnum og kvinnum. Eftir trý umfør verður kappingin skipað í endaspæl. Liðini ovast á stigatalvuni í kvinnu- og mansdeildini eftir trý umfør eru deildarmeistarar. Deildarmeistarin vinnur 1. rætt til føroysku plássini í europeisku kappingunum.

Í endaspælinum skal vinnari finnast í hvørjum dysti. Er javnleikur eftir vanliga leiktíð, skal dysturin avgerðast við longdari leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er dysturin hareftir ikki avgjørdur, skal brotskastkapping avgera dystin. Brotskastkappingin verður avgreidd sambært vanligu kappingarreglunum.

Kappingarleiðslan ásetur leiksskrá fyri endaspælið.

§ 2 – Fjórðingsfinalur
Í fjórðingsfinalunum møtast ávikavist nr. 3 og nr. 6 og nr. 4 og nr. 5 á stigatalvuni eftir grundspælið. Leiktur verður ein dystur millum liðini, har liðini ovari á stigatalvuni í grundspælinum hava heimavøll

§ 3 – Hálvfinalur
Liðini sum enda nr. 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum koma beinleiðis í hálvfinalurnar, har tey møta vinnarunum av fjórðingsfinalunum. Nr. 1 møtir lægra liðinum á stigatalvuni eftir grundspælið og nr. 2 hægra.

Leiktar verða best av trimum hálvfinalum. Nr. 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum hava heimavøll í øðrum og møguligum triðja dysti.

§ 4 – Dystur um triðjapláss
Tapandi liðini í hálvfinalunum leika ein dyst um triðja pláss í kappingini. Liðið, sum endaði ovari í grundspælinum hevur heimavøll.

§ 5 – Finalur
Um FM verða leiktar best av fimm finalum. Tríggir finaludystir skulu vinnast fyri at gerast føroyameistari.

Liðið sum endaði ovari í grundspælinum hevur heimavøll í fyrsta, triðja og í møguligum fimta dysti.


§ 6 – Onnur viðurskifti
Viðvíkjandi øðrum viðurskiftum, verður víst til kappingarreglurnar hjá HSF og altjóða reglurnar hjá IHF.

Ein loysn frá Sendistovuni