Montenegro, Ísland, Portugal og Føroyar

A-landsliðið hjá kvinnum kom í bólk 4 saman við Montenegro, Íslandi og Portugal til EM-undankappingina til Euro 2026.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Frakland, Kroatia, Kosovo, Finnland
Bólkur 2: Niðurlond, Sveis, Italia, Bosnia Hersegovina
Bólkur 3: Týskland, Slovenia, Norðurmakedonia, Belgia
Bólkur 4: Montenegro, Ísland, Portugal, Føroyar
Bólkur 5: Svøríki, Serbia, Ukraina, Litava
Bólkur 6: Spania, Eysturríki, Grikkaland, Ísrael

Nummar 1 og 2 koma víðari úr hvørjum bólki, umframt 4 av teimum bestu trý´arunum.

Føroyar hava ikki møtt Montenegro og Portugal áður, men vóru í bólki saman við Íslandi í seinastu EM-undankappingini. Tá vann Ísland 28-23 í Føroyum og 24-20 í Íslandi. Í EM-endaspælinum gjørdist Montengro nummar 8, Ísland nummar 16, Føroyar nummar 17 og Portugal nummar 22.

Fyrstu dystirnir í EM-undankappingini verða í viku 42, ávikavist á útivølli móti Íslandi 15. ella 16. oktober og síðani leygar- ella sunnudagin tann 18. ella 19. okotober móti Montenegro. Dystirnir móti Portugal verða í viku 10, meðan seinastu dystirnir móti Íslandi og Montenegro verða í viku 15.

EM-endaspælið, ið verður leikt í døgunum 3. til 20. desember í 2026, hevur heili fimm vertsjóðir, Pólland, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkaland.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni