Nógv landsliðsvirksemi um jóltíðir

Fleiri av okkara landsliðum eru farin til verka, nú landskappingin her heima á klettunum og uttanlands er farin í jólafrí.

Serliga A-landsliðið hjá monnum er farið undir drúgvar fyrireikingar, tí longu um hálvan januar skal manslandsliðið spæla tríggjar HM-undankappingardystir. Dystirnir eru í Italia, og mótstøðuliðini verða Italia, Rumenia og Ukraina.

A-landsliðið hevur tvær landsliðssavningar um jóltíðir. Tann fyrra byrjaði í gjár, mánadag, og heldur fram til hósdagin 21. desember. Seinna landsliðssavningin er frá hósdegnum 28. desember til leygardagin 30. desember.  28 mans eru boðsendir til landsliðsvenjing.

Venjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, skulu úttaka 16 spælarar, sum skulu umboða Føroyar til HM-undankappingina í Italia í januar.

EM-endaspælið staðfest

9. apríl 2026

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

9. apríl 2026

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Gallaveitslan 2026

9. apríl 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni