Nýggjur landsliðsvenjari hjá U04-kvinnum

Simon Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá U04 kvinnunum. Hann avloysir Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra hjá HSF, sum var fyribilsvenjari.

Simon Olsen, sum er 27 ára gamal, er í dag venjari hjá mansliðnum hjá H71. Simon hevur, hóast sín unga aldur, longu góðar nógvar royndir sum venjari, og hevur m.a staðið á odda fyri Aalborg DH í bestu donsku kvinnudeildini eitt skifti.

U04 kvinnur skuldu havt spælt European Open seinasta summar, men tað var avlýst vegna korona. Ístaðin spældu kvinnurnar tveir venjingardystir móti Ísland í Føroyum í august mánaði. Fyrra dystin vunnu Føroyar 24 – 23, meðan Ísland vann seinna dystin 23 – 21.

Í august í ár skulu U04 kvinnurnar til Tbilisi í Georgia at spæla W17 Championship. Føroyar eru í bólki B við Serbia, Italia, Ísrael og Estlandi. Í bólki A eru Holland, Ukraina, Georgia, Grikkaland, Bosnia-Herzogovina og Luksemburg. Eftir bólkaspælið spæla liðini krossdystir. Fremsta liðið í bólk A møtir næstfremsta liðnum í bólki B og øvugt í hálvfinalunum. Vinnarin spælir seg til HM endaspælið fyri U18 í 2022 og EM endaspælið fyri U19 í 2023, eins og næsti aldursbólkur U06 kvinnur eisini skulu spæla EM endaspæl fyri U17 í 2023.

Magni Thomsen heldur fram sum hjálparvenjari, Eyðun Jensen sum liðleiðari og Guðrið Geirsdóttir Eystberg er fysioterapeut. Í næstum verður málverjavenjari eisini settur. Kropsligi venjarin hjá HSF, Heri Ziska, er eisini í toyminum kring liðið.

Ársins bestu 2025-26

26. mai 2026

Ársins gallaveitsla var leygarkvøldið og vunnu hesi ársins heiðrar fyri kappingarárið 2025-26 í ávikavist SMS og Burn deildini. Ársins heiðrar vóru latnir á gallaveitsluni, sum Stjørnan skipaði fyri í Varpinum í Klaksvík.

U18-kvinnur til Turkalands

22. mai 2026

Í næstu viku, dagarnar 28. mai til 1. juni, er U18-kvinnulandsliðið í Turkalandi á venjingarlegu, har tveir vinardystir móti Turkalandi eisini eru á skránni.

Faxe Kondi kappingin til 2030

20. mai 2026

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

Ein loysn frá Sendistovuni