Rimmar avrik móti Niðurlondum

Trý av fýra stigum móti Niðurlondum! Føroyar spældu ein rimmar dyst í Almere og vunnu 32-31, eftir 15-15 í hálvleikinum. Drivnir fram av gott túsund føroyskum áskoðarum, vunnu okkara fyri fyrstu ein útidyst í EM-undankapping. Enn ein varði á leiðini!

Dysturin byrjaði heldur nervøst hjá báðum liðum, onkur villa og okkurt brent skot, men gekk tað javnt á. Føroyska verjan skuldi líka fáa tak á Luc Steins, men stóð eftirhondini heilt væl. Eyðsýnt vildu okkara taka leikferðina úr dystinum og spældu 7 móti 6 í álopinum. Hetta hepnaðist væl og komu okkara fyri tað mesta til góðar kjansir. Føroyar vóru fyri tað mesta frammanfyri við einum ella tveimum, men kostaðu nakrir brendir møguleikar seinastu løtuna fyri hálvleik leiðsluna. Liðini fóru til hálvleiks við 15-15.

Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik. Álopið koyrdi væl og løgdu Elias og Óli eitt støðugt trýst á Niðurlendsku verjun. Eins og í fyrra hálvleiki funnu teir væl Ísak Vedelsbøl á strikuni, sum spældi væl og fekk síni fyrstu mál á A-landsliðnum í dag. Tá so Pauli Jacobsen eisini hevði nakrar stórbjargingar vóru Føroyar brádliga á odda við fýra málum um miðjan hálvleik. Hákun West av Teigum, sum ikki fekk nógvar bóltar í fyrra hálvleiki var eisini avgerandi í seinna hálvleiki við fimm góðum málum á høgra vongi. Hann bleiv væl uppspældur av Allani Norðberg, sum eisini spældi ein fínan dyst á høgra bakki og gjørdi fimm mál. Niðurlendingar høvdu hug at hála inn seinastu løtuna, men megnaðu okkara at halda stand seinastu løtuna og stóðu við krútverju og vilja seinasta álopið hjá Niðurlendingum. Tað endaði 32-31 til Føroyar og liggja Føroyar nú nummar 1 í bólki 6.

Eftir dystin var føroyski málverjin Pauli Jacobsen kosin besti leikari á føroyska liðnum. Næsti dystirnir hjá Føroyum eru móti Kosovo, á útivølli hósdagin 8. mai kl. 19.15, føroyska tíð, og á heimavølli Við Tjarnir sunnudagin 11. mai kl. 17.00. Tá verður endaliga greitt hvørt Føroyar koma víðari til EM-endaspælið í Oslo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu (6) 8
Óli Mittún 6
Allan Norðberg 5
Ísak Vedelsbøl 5
Hákun West av Teigum 5
Teis Horn Rasmussen 2
Tróndur Mikkelsen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 9 bjargingar
Aleksandar Lacok 1 bjarging

Dystargongdin Niðurlond – Føroyar:
5 min: 3-2
10 min: 4-4
15 min: 5-7
20 min: 8-8
25 min: 11-13
30 min: 15-15
35 min: 17-18
40 min: 19-22
45 min: 21-24
50 min: 24-26
55 min: 27-30
60 min: 31-32

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni