Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Bosnia var betri í fyrra hálvleiki. Teir vóru hvassari í skotunum í mun til fyrra dystin, og føroyska verjan og málverjanir haltaðu. Føroyar komu tó fyri tað mest til góðar kjansir í álopinum, men vóru ov nógvir misnýttir. Hálvleiksstøðan var 17-15 til gestirnar, og sótu mong við nervum, tí nú var á jøvnum samanlagt.

Okkara komu tó væl inn í seinna hálvleik og settu seg á dystin. Verjan stóð nú væl betri, og sum heild eitt annað føroyskt úttrykk, og góðu og tryggu málini trutu ikki. Føroyar komu skjótt á odda, og tað endaði 33-28. Seinastu løtuna var tað niðurteljing og heiðran av Róa Berg Hansen, sum spældi sín seinasta landsdyst fyri Føroyar. Síðani fagnaður Við Tjarnir.

Eftir dystin var Hákun West av Teigum kosin besti í dystinum. Hann var eisini føroyskur toppskjútti við 11 málum og er hann nú mest skorandi leikarin í føroyskari landsliðssøgu.

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11 (7)
Óli Mittún 6
Leivur Mortensen 4
Vilhelm Poulsen 4
Teis Horn Rasmussen 4
Helgi Hildarson Hoydal 1
Bjarni í Selvindi 1
Tróndur Mikkelsen 1
Pauli Mittún 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni