Spælast skal uttan áskoðarar

Almennu myndugleikarnir hava boðað frá, at fyri at fyribyrgja korona smittuspjaðing, skulu øll ítróttatiltøk vera uttan áskoðarar til og við 3. januar. Sostatt skulu allir hondbóltsdystir spælast uttan áskoðarar til og við ásettu dagfesting.

Í sambandi við barnakappingar og ungdómsdystir verður tískil heitt á feløgini at hugsa um, at ikki verða fleiri enn neyðugt av foreldrum ferðast við barnaliðum, hetta útyvir venjarar og hjálparfólk. Somuleiðis at feløgini vanda sær um, hvussu tey skipa seg í mun til skiftingarrúm og uppihaldsrúm annars. Víst verður annars til almennu korona-tilmælini og undanfarnu fráboðanir HSF´s í hesum sambandi.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni