Starvsnevndin heldur fram

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Skúlanum á Giljanesi. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

Aðalfundurin var hildin á Giljanesi í samstarvi við SÍF/Søljuna, sum er heimahoyrandi har. Eftir aðalfundin bjóðaði Vága kommuna smyrjibreyð og vóru eisini ungdómslandsdystur millum U16-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældir har seinni um dagin.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunn Ellefsen, forkvinna, Durita Thomsen, nevndarlimur og varalimirnir Birgir Kass og Høgni Vilhelmsen. Tey vóru øll afturvald.

Sitandi starvsnevnd telur sostatt hesar limir:
Gunn Ellefsen, forkvinna
Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
Durita Thomsen, nevndarlimur
Heini Ellingsgaard, nevndarlimur
Kristian Østergaard, nevndarlimur
Birgir Kass, varalimur
Høgni Vilhelmsen, varalimur

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni