Taptu týdningarleysan dyst

Føroysku U18-menninir fingu ein avsmurning móti Slovenia í dag. Slovenia vann dystin 33-23, eftir 20-13 í hálvleikinum.

Tað var greitt undan dystinum, at hann ikki hevði týdning fyri støðuna á stigatalvuni hjá Føroyum, tí Føroyar høvdu longu vunnið millumrundubólkin. Hetta gav venjarunum møguleikan at royna ymsar aðrar uppstillingar og vóru ávísir leikarar, sum hava spælt nógvar minuttir, hvíldir. Herímillum Ísak Vedelsbøl, Rói Thomsen og Rókur Ziskason, sum allir hava spælt nógv í bæði verju og álopi.

Slovenar hinvegin, høvdu nógv at spæla fyri. Teir skuldu vinna við fleiri enn 7 málum fyri at koma víðari til endaspælið um 9. – 12. pláss og somuleiðis vinna sær HM og EM plássini.

Óli Mittún byrjaði eisini uttanfyri, men kom hann inn longu eftir 8 minuttir, tí strilti gekk at koma til møguleikar í álopinum. Eftir at hann kom inn, kom meira ferð í álopsspælið og betri flog yvir spælið. Óli skoraði 7 mál í dystinum uppá 7 møguleikar, 6 uppá brotskøst og eitt langskot.

Tað vóru slovenar, sum løgdu seg greitt á odda frá byrjan og var støðan 6-3 eftir 10 minuttir. Føroyska liðið hekk tó væl í, men tá 10 minuttir restaðu av fyrra hálvleiki, skrædnaði veruliga og struku slovenar avstað til heili 20-13, sum var støðan í hálvleikinum. Føroyska liðið hevði hesa løtuna roynt seg við 7 móti 6 spælið, sum hepnaðist minni væl. Skoringsprosentini av vengrunum vóru ov lág, fleiri bóltar vóru mistir og hartil gekk illa at halda kropssterku slovenunum í verjupartinum.

Verjan batnaði í seinna hálvleiki og fingu slovenar bert 13 mál. Torstein Sivertsen, sum stóð allan dystin í føroyska málinum dag, undantikið brotskøstini, hevði fleiri góðar bjargingar. Aleksandar Lacok kom bert inn til brotskøstini, sum hann tók heili 3 av 4 av í dag.

Føroyska liðið spældi við 7 móti 6 tað mesta av seinna hálvleiki og komu okkara fyri tað mesta til góðar møguleikar, men kunnu slovenar takka sínum málverja fyri, at sigurin gjørdist somikið stórur, at teir vunnu seg víðari úr bólkinum. Hann stóð sera væl og var eisini kosin til dagsins leikara.

Sera stór frøi var á slovenum tá dysturin var av, tá teir nú eisini hava vunnið seg til HM og EM og sleppa at spæla um 9. – 12. pláss í kappingini.

Dagsins leikari hjá Føroyum var kosin John Skaalum Vilhelm, sum fekk fleiri góð mál á vonginum í fyrra hálvleiki.

Føroyar skulu nú møta vertunum úr Montenegro, sum blivu nummar tvey í hinum millumrundubólkinum. Tann dysturin verður fríggjadagin kl. 19.30, har vinnarin at tí dystinum skal spæla um 9. pláss og taparin um 11. pláss í EM-endaspælinum. Teir dystirnir verða leygardagin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 7
John Skaalum Vilhelm 3
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Trúgvi Hávardsson 2
Tróndur Johnsson 2
Marcus Bramsen 2
Búi Poulsen 1
Høgni Heinason 1
Niklas Gaard 1
Rói Hjaltason 1

Manslandsliðið er úttikið

16. apríl 2025

Hesir skulu royna at vinna Føroyar til EM-endaspælið. Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Kosovo og Ukraina í mai.

Soleiðis verður HM-endaspælið

14. apríl 2025

Við kvinnunum luttaka Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð í einum HM-endaspælið fyri vaksin. HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 26. november til 14. desember 2025.

Søga! – HM-endaspælið veruleiki!

13. apríl 2025

Føroysku kvinnurnar gjørdu nóg mikið. Føroyar skulu til HM-endaspælið eftir sigur við 9 málum samanlagt móti Litava. Seinni dysturin í Litava var tó misjavnur, og Føroyar taptu 30-29, eftir at Litava var frammanfyri 14-11 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni