Tepurt tap fyri Slovakia

Manslandsliðið stríddist so sera væl í dag í dystinum móti Slovakia, men tíverri endaði dysturin við 26-25 tapið, eftir 14-13 til slovakar í hálvleikinum.

Føroyska liðið byrjaði dystin heldur illa og koma afturum 7-2, áðrenn okkara svaraðu aftur eftir eitt time-out. Føroyska liðið strammaði í í verjupartinum og spældi seg spakuliga inn í dystin og eftir 20 minuttir var støðan 9-9. Føroyar var á odda fyrstu ferð í dystinum, tá Pætur Thomsen í sínum fyrsta landsdysti skoraði til 12-11 í 25. minutti.

Føroyska liðið byrjaði eisini seinna hálvleik væl og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Leivur Mortensen eisini sítt fyrsta landsliðsmál og legði Føroyar á odda 18-17. Føroyska liðið var frammanfyri, men seinastu 10 minuttirnar vóru fleiri marginalar støður, sum ikki fallu til okkara lut. Helgi Hoydal sá reytt tá hann í einari takling rakti ein slovaka í høvdi. Slovakia koma aftur fram um, men tá ið Nicklas Selvig javnaði til 23-23 livdi dysturin aftur.

Slovakar vunnu tó tað næstu løtuna og vóru frammanfyri við tveimum seinastu løtuna. Nicholas Satchwell hevði tó tvær bjargingar seinastu løtuna, har fyrst Kjartan Johansen minkaði um munin til eitt mál og síðani og síðani hevði ein langa sending seinastu sekundini, sum tó ikki rakti okkara mann og ein slovaki kom ímillum og dysturin var taptur.

Føroyar spæla móti Luksemborg í morgin kl. 16.30, føroyska tíð. FM1 sigur frá dystinum, Kringvarpið stroymir dystin og Portal.fo hevur livescore og tekstfrásøgn.

Støðan í bólkinum sæst her:
http://eurohandball.com/wch/men/2021/round/2/Qualification+Europe

Málskjúttar
Kjartan Johansen 9 (3)
Peter Krogh 6
Helgi Hildarson Hoydal 3
Jónas Gunanrson Djurhuus 2
Niklas Selvig 2
Rói Berg Hansen 2
Pætur Thomsen 1
Leivur Mortensen 1

Dystargongdin:
5.min: 1-3
10 min: 2-6
15 min: 5-8
20 min: 8-9
25 min: 11-11
35.min: 15-15
40.min: 16-17
45 min: 18-18
50 min: 19-19
55 min: 23-25

EM-endaspælið staðfest

9. apríl 2026

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

9. apríl 2026

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Gallaveitslan 2026

9. apríl 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni