Soleiðis sungu føroysku áskoðararnir seinastu løtuna, tá tað var greitt, at Føroyar við greiðum sigri á Paraguei, komu víðari til meginumfarið í Dortmund. Kvinnurnar vunnu trygt 36-25, eftir at okkara vóru frammanfyri 16-13 við steðgin.


Soleiðis sungu føroysku áskoðararnir seinastu løtuna, tá tað var greitt, at Føroyar við greiðum sigri á Paraguei, komu víðari til meginumfarið í Dortmund. Kvinnurnar vunnu trygt 36-25, eftir at okkara vóru frammanfyri 16-13 við steðgin.

Eftir ein misjavnan fyrra hálvleik, har alt ikki riggaði, funnu venjararnir loysnirnar í steðginum. Eitt rimmar avrik í seinna hálvleiki, og Føroyar vunnu 27-25 á Spania, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 14-11 í hálvleikinum.

Føroysku kvinnurnar góvu alt í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum. Hægst styrkismettu Montenegro spældu tó við vøddunum og vóru drúgvari og vunnu 32-27, eftir 15-13 leiðslu í hálvleikinum.

Seinasta høvi at uppliva landsliðið á heimavølli áðrenn endaspælið í Oslo. Í morgin, týsdagin 25. november, kl. 10 byrjar atgongumerkjasølan til dystirnar, sum eru fyrireiking til EM 2026 hjá A-landsliðnum hjá monnum.

Ísland var hvassari í HM-fyrireikingardystinum Við Tjarnir í kvøld. Føroyar misnýttu ov nógvar málmøguleikar og Ísland vann 28-25, eftir hálvleiksstøðuna 13-11.

P/F Fønix hevur verið stuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2022 og stórstuðul síðani 2024. Sáttmálin er nú longdur til 2028. Fønix er fyritøka, sum m.a. selur alskyns útgerð innan trygd, sveising og gass, bæði til fyritøkur og privat.

Hondbóltssambandið og P/F Smyril Line hava gjørt nýggja stuðulsavtalu og longt verandi samstarv fram til 2028. Tá hava partarnir fylgst og samstarvað í 12 ár.

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í HM-endaspælinum í Týsklandi og Niðurlondum.

Hóast stórtap á 39-24 fyri donsku heimsmeistarunum, so kunnu Føroyar taka nógv við sær frá dystinum í dag og Golden League kappingini sum heild.

Sunnudagin 2. november verður høvi at uppliva spennandi hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Danmark á stórskíggja Við Tjarnir. Dysturin byrjar kl. 13.00, og dyrnar lata upp kl. 12.15.