Hóast sera gott føroyskt avrik í fyrra hálvleiki, vísti Montonegro hví teir eru í heimstoppinum í kvinnuhondbólti í seinna hálvleiki. Montenegro vann 32-26, eftir hálvleiksstøðuna 14-14.


Hóast sera gott føroyskt avrik í fyrra hálvleiki, vísti Montonegro hví teir eru í heimstoppinum í kvinnuhondbólti í seinna hálvleiki. Montenegro vann 32-26, eftir hálvleiksstøðuna 14-14.

Hondbóltssamband Føroya og Føroya Tele hava longt stuðulssamstarvið fram til 2028.

Komandi dagarnar eru heili fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. H71 spæla í Bosnia Hersegovina, meðan StÍF spæla í Serbia.

Við verjuspæli í serflokki vunnið Føroyar fyri fyrstu ferð á Íslandi í kvinnuhondbólti. Føroyar vóru betri og vunnu 24-22, eftir javnleik 11-11 í fyrra hálvleiki.

Hondbóltssambandið hevur sett Trónd Kragesteen og Nicholas Satchwell sum venjarar hjá U08-landsliðnum hjá kvinnum.

Sáttmálin við A-landsliðsvenjararnir hjá kvinnum, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, er longdur til 1. januar 2028.

Hondbóltssamband Føroya og stórstuðulin Hotel Djurhuus hava longt stuðulssamstarvið tvey ár fram. Avtalan er galdandi til og við 2027, og hevur við sær, at navnið á gistingarhúsinum framvegis verður at síggja á leikbúnunum hjá landsliðunum.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 19 leikararnar at umboða Føroyar til Golden League kappingina í Tróndheimi 30. oktober til 2. november.

Hesar skulu í fyrstu syftu royna at vinna Føroyar til EM-endaspælið í 2026. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Íslandi og Montenegro í oktober.

Talan gjørdist um eitt svárt tap hjá H71-kvinnum í European Cup. H71 taptu 40-39 móti Niðurlendsku Fortes Venlo. Tá Fortes Venlo skoraðu til 40-39, eftir longda leiktíð, var tað einastu var niðurlendska liðið hevði verið á odda í dystinum.