Verjuavrik tryggjaði sigurin

Við einum rimmar verju- og málverjaavrikið av Rakul Wardum vunnu føroysku kvinnurnar trygt, 25-21, á Portugal Við Tjarnir í kvøld. Hóast álopið ikki var heilt í topp allan dystin, so var verjuavrikið nóg mikið, og hildu okkara Portugal heilt niðri á 21 málum.

Tað var eyðsýnt frá byrjan, at Portugal mátti stríðast fyri hvørjum einasta máli, og tá føroyska verjan ikki rakk, stóð Rakul Wardum sum ein múrur millum stengurnar. Miðverjan við Pernille Brandenborg og Lív Zachariasen riggaði framúr væl, stuðla væl av serliga Súnu Krossteig Hansen á bakkinum. Føroyar gjørdu tó heldur nógvar villur í álopinum, hetta serliga í fyrra hálvleiki, og vóru eisini heldur nógv skot brend í løtum. Hetta gjørdi at okkara ikki fingu rist Portugal veruliga av fyrr enn seinastu 10 minuttirnar. Sigurin kom tíbetur ongantíð í vanda og Føroyar vunnu greitt, 25-21, eftir 12-9 til Føroyar í hálvleikinum.

Eftir dystin var Rakul Wardum kosin besti leikari í dystinum, hetta av áskoðarunum ígjøgnum sona-appina hjá Føroya Tele. Rakul bjargaði 14 skot í dystinum, 39%.

Føroyar eru við hesum framvegis nummar tvey í EM-undanbólkinum, har Ísland vann 28-27 á Montenegro í kvøld.

Liðini, Føroyar og Portugal, hittast aftur í Porto sunnudagin kl. 17.00, føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

Málskjúttar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernille Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1

Málverjar: 
Rakul Wardum 55 min., 14 bjargingar, 39%
Annika Fríðheim Petersen 5 min, 1 bjarging, 33%

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni