Gekk ikki móti Portugal

Hóast lítið riggaði í dag, so taptu føroysku kvinnurnar, hóast alt, bert við tveimum málum, 25-23, fyri Portugal á útivølli í dag, hetta eftir Portugal var á odda heili 15-8 í hálvleikinum. Málúrtøka kann blíva avgerandi millum liðini, og tískil var tað gott at okkara minkaðu um munin í seinna hálvleiki.

Portugal sýntust at vera ágrýtnari frá byrjan í dag, hetta í mun til dystin millum liðini mikudagin. Tær spældu skjótari og gjørdu eisini færri villur. Føroyska spælið var eisini á einari leið, og komu okkara til málmøguleikar. Stóri munurin var tó neyvleikin, har Føroyar brendu og brendu. Skoringsprosentið hjá Føroyum var heilt niðri á 33% í fyrra hálvleiki. Tá Jessica Ferreira ikki stóð fyri í portugisiska málinum, vóru tað stengurnar, ið forðaðu. Hóast okkara royndu, kendist tað sum einki riggaði. Føroyar runnu aftaná allan fyrra hálvleik og var støðan 15-8 við steðgin.

Føroyar spældu 7 móti 6 frá byrjan í seinna hálvleiki, men enn var spælið trilvandi og nakrar villur at byrja við. Spakuliga batnaði føroyska verjan tó, og Annika Fríðheim Petersen, sum var komin inn í føroyska málið, gjørdi veruliga mun, hon stóð við 40 í bjargingarprosenti, tá dysturin var av. Føroyar hálaðu inn og fóru frá 19-10 við 35 minuttir niður á 21-20 við 53 minuttir. Føroyar megnaðu tó ongantíð at koma nærri og vunnu Portugal 25-23. Tað var tó týdningarmikið Føroyar minkaðu somikið um munin somikið í seinna hálvleiki, at í so fall at liðini enda jøvn í stigum, so eru Føroyar betri innanhýsis.

Næstu dystirnir hjá Føroyum verða ávikavist á heimavølli 8. apríl móti Íslandi og á útivølli 12. apríl móti Montenegro. Tástaðni fæst greiði á, hvørt Føroyar vinna seg til EM-endaspælið.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 6
Pernille Brandenborg 4 (1)
Súna Krossteig Hansen 4 (1)
Jana Mittún 3
Rannvá Olsen 2
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2 (2)
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Elsa Egholm 1

Málverjar:
Rakul Wardum 20 min, 3 bjargingar, 19%
Annika Fríðheim Petersen 40 min, 8 bjargingar 40%

Dystargongdin Portugal – Føroyar:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-5
20 min: 8-6
25 min: 12-7
30 min: 15-8
35 min: 19-10
40 min: 19-13
45 min: 19-14
50 min: 20-17
55 min: 22-20
60 min: 25-23

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

U18-menn: Runnu aftaná allan dystin

6. august 2026

Føroyar vóru leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í […]

U18-menn: Góvu Danmark skarpan gang

4. august 2026

Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni