Atgongumerki til Føroyar – Ísland

Í morgin, týsdagin 10. mars kl. 10.00, koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Ísland til sølu. Dysturin verður leiktur mikudagin 8. apríl Við Tjarnir. Sølan verður á heimasíðuni tjarnir.fo.

Sitipláss til Føroyar – Ísland eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, men mugu tó sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.

Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.

Dystirnir í viku 15 eru tveir teir seinastu í EM-undankappingini og koma at avgera um Føroyar koma víðari til endaspælið. Fyrri dysturin er á heimavølli móti Íslandi, mikudagin 8. apríl og hin seinasti á útivølli móti Montenegro, sunnudagin 12. apríl.

Um áskoðarar hava áhugað at fara til dystin í Montenegro, ber til at seta seg í samband við HSF, umvegis hsf@hsf.fo fyri at tryggja sær atgongumerki. 

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni