11 venjarar hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini

Hetta er fyrstu ferð, at HSF hevur skipað fyri triðja stig av venjaraútbúgvingini. Venjarar, ið hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini, kunnu nú søkja um upptøku á EHF Master Coach útbúgvingina.

Vit eru sera errin av, at 11 hava lokið hesa útbúgving og eru nú klárir at taka næsta stigið á venjaraleiðini.

Útbúgvingin hevur tikið eitt ár, og hevur talt 165 undirvísingartímar. Undirvísingin hevur fevnt um bæði framløgur, fyrilestrar, bólkaarbeiði og praktiskar venjingar á gólvinum, har dentur hevur verið lagdur á fakliga menning og royndir í verki.

HSF fegnast um stóra áhugan fyri venjaraútbúgvingini og verður støðugt arbeitt við at menna og styrkja venjarastøðið í føroyskum hondbólti.

Vit vilja ynskja øllum hjartaliga til lukku og alt tað besta framyvir í venjaralutinum. 

Agnar Joensen
Kristinn Guðmundsson
Zeljko Jotic
Sebastian Christensen
Hjalti Mohr Jacobsen
Hans Andreas Dahl
Djóni Gaard Joensen
Dávur Clementsen
Mladen Mjerimacka
David Edvardsen
Jesper Bak (vantar á myndini)
Mads Lindkvist (vantar á myndini)

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni