Kunnu vit tryggja hægri luttøku? 

Sum partur av masterútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, hevur Helgi Hildarson Hoydal verði í praksislæru í Hondbóltssambandi Føroya. Í hesum sambandi hevur hann kannað evnið: gentur og fráfall í hondbólti. Hendan grein er ein stuttur samandráttur av kanningini. 

Børn í øllum landinum fylla hallirnar hvønn dag til venjing, og hvørt vikuskifti til dystir. Afturat tí er tørvur á nógvum fleiri sum kunnu skipa karmarnar, venja børnini og tryggja umstøðurnar. 191 ungdómslið eru meldaði til landskappingina í ár. Luttøkan hjá gentum er 20 lið lægri enn tann hjá dreingjum, og hetta evnið er orsøkin til at undirritaði hevur kanna hví tað er so. 

Eitt kent fyribrigdi

Tað er granskað nógv um evnið í okkara grannalondum. Orsøkirnar til at gentur gevast fyrr enn dreingir eru millum annað, at tær raðfesta útbúgving hægri enn dreingir. Tær meta eisini tíðina saman við familju og vinum, sum meira virðismikið enn at íðka liðítrótt. Harafturat eru kanningar sum siga, at kapping hóvar ikki gentum líka væl, samanborið við dreingir, og at krøvini at íðka verða vigað ímóti øktum trýsti í øðrum samanhangum.

Í kanning sum Eyðvør Klakkstein gjørdi um fótbóltsleikarar í Føroyum, vísti tað seg at gentur síggja ikki eina framtíð í ítróttinum, á sama hátt sum dreingir. Fíggjarliga sóu tær ikki eina framtíð í ítrótti, og vantandi kvinnuligar fyrimyndir, eru millum dømini sum komu fram í hesum sambandi.

Hvat siga tølini?

Føroysku hagtølini siga okkum, at størsta fráfallið hjá báðum kynunum er tá tey koma í tannárini. Hetta samsvarar eisini við kanningar sum eru gjørdar í okkara grannalondum. Tað er eisini stórur munur á fráfallinum frá felagi til felag, og frá árgangi til árgang. Tað sæst at onkur feløg, í ávísum árgangum hava megnað at hildið nógvar leikarar til, við lítlum fráfallið. Aðrir árgangir eru næstan burtur tá leikararnir hava aldur til U18.

Hvørjar eru orsøkirnar?

Í samrøðunum við genturnar sum eru givnar at íðka hondbólt, vóru evni sum vóru afturvendandi. Tey vóru: Venjarin, umstøður og felagsskapurin.

Genturnar nevndu allar, at ein jaligur venjari sum er rættvísur og savnandi, gjørdi tað stuttligt at koma til venjing. Genturnar høvdu eisini uppliva at havt venjarar sum vóru harðir, ódámligir og raðfestu summar leikarar fram um aðrar. Hetta hevði ávirkan á teirra hug at íðka, og í onkrum føri var venjarin beinleiðis orsøk til at gevast. 

Umstøðurnar sum felagið skipar, eru eisini við til at varðveita gentur í ítróttinum. Summar av gentunum greiddu frá at venjingartíðirnar vóru so keðiligar, at tær fingu ikki tíðina til at hanga saman. Onkrar av gentunum nevndu dømi um, at venjingar seint um kvøldið, ov ofta um vikuna er ikki gagnligt. Tær vildu vera upplagdar til skúla dagin eftir, og raðfestu tað fram um. Tvær av spurdu gentunum nevndu, at klæðini sum tær fingu frá felagnum ikki vóru nóg góð. Tær føldu seg ikki væl í klæðunum, og vóru ikki spurdar eftir, tá felagið lutaði hetta út. Hóast hetta ikki varð nevnt sum ein beinleiðis orsøk til at gevast, eru hetta smálutir sum feløgini kunnu skipa øðrvísi. 

Allar tær, sum vóru spurdar, søgdu tað sama um hví tær spældu hondbólt frá byrjan. Felagsskapurin var tað týdningarmesta og sosiala umhvørvið hevði nógv at siga fyri tær. Tá felagsskapurin broytist, og onkar verða raðfestar fram um aðrar, viknar samanhaldi. Genturnar sum vóru spurdar hildu, at hetta er bæði ábyrgdin hjá felagnum og venjaranum, at tað verður skipa venjing soleiðis at allar eru við, og at tað verða skipað sosial tiltøk sum kunnu styrkja um samanhaldið í einum hópi. 

Hvat kunnu vit gera?

Í fleiri førum er fráfallið eitt frával, og eitt val at gera okkurt annað enn hondbólt, kortini eru ting sum feløgini kunnu umhugsa.

  • Styrkja venjaraleiklutin.
  • Tryggja sømiliga venjingartíðir.
  • Raðfesta felagsskapin 
  • Taka genturnar við upp á ráð.
  • Veita eitt tilboð til vaksin, sum ikki vilja ella megna at spæla á hægsta stigi. Eitt tilboð sum ikki krevur ov nógv at leikarunum, men er meira enn bert at leika dystir í 2.deild.

Manslandsliðið úttikið

17. apríl 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Bosnia-Hersigovina, sum verða ávikavist, á útivølli í Tuzla hósdagin 14. mai, og Við Tjarnir leygardagin 16. mai. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

Frakland, Pólland, Føroyar og Ukraina

16. apríl 2026

Katowice í Póllandi verður heimstaðurin hjá føroyingum og kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í desember. Við lutakastinum í Katowice í dag gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Frakland, Póllandi og Ukraina.

Tarmfelagið 50.000 frá Lions

15. apríl 2026

Lions Club hevur um dagarnar handað Tarmfelagnum ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum vórðu spældir ávikavist í septembur í fjør og februar/mars í ár.

Ein loysn frá Sendistovuni