Leingja avtaluna við KD-Seafood

Hondbóltssambandið og fiskasølan KD-Seafood hava longt verandi sponsoravtalu, sum inniber at KD-Seafood verður verandi ein av stórstuðlunum hjá HSF. 

Andrass Thomsen, stjóri í HSF og Kim Durhuus og Birgir Kass, ávikavist eigari og sølustjóri hjá KD Seafood, hittust herfyri og skrivaðu undir nýggja sáttmálan. KD Seafood verður við hesum verandi ein partur av toyminum av fyritøkum, sum stuðla og tryggja kjølfesti undir føroyskum hondbólti. Stuðulin er við til at styrkja arbeiði hjá HSF við at skapa góðar umstøður fyri breidd og úrval. – Tað hevur verið stuttligt og hugtakandi at vera við og síggja stóra uppbakningin føroysku landsliðini hava fingið, bæði á heima- og útivølli. Hetta vísir, at um vit standa sama og arbeiða miðvíst, so røkka vit langt, sigur Kim Durhuus. – Andrass Thomsen viðmerkir til longda sáttmálan, at vit nú við góðum stuðlum kunnu hyggja fram móti komandi avgerandi uppgávum í vár og vónandi tryggja Føroyum enn fleiri endaspøl at savnast um. 

Avtalan við KD-Seafood er galdandi fram til 2028.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni