HSF hevur sett Mark Lausen-Marcher og Jóruna Ludvig at standa á odda fyri 2010-landsliðnum hjá gentum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2010 og 2011.


HSF hevur sett Mark Lausen-Marcher og Jóruna Ludvig at standa á odda fyri 2010-landsliðnum hjá gentum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2010 og 2011.

Hvussu knýta vit fyrsta sambandið við hondbóltspæl, høllina og feløgini? Tað vóru millum annað spurningar sum vórðu svaraðir mikudagin tá venjarar úr øllum landinum vitjaðu mini-hondbóltsvenjing hjá Neistanum, í skúlanum á fløtum.

Atlantic Airways hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum á føroysku hondbóltsleiðini seinastu árini, og hava Hondbóltssamband Føroya og Atlantic Airways nú longt stuðulssamstarvið til 2028.

Komandi fríggjadag og leygardag verður altjóða hondbóltur aftur í Hoyvíkshøllini. Talan er um H71-kvinnur, sum taka móti niðurlendsku Cabooter Fortes Venlo í 2. umfari av European Cup.
Articon verður framhaldandi at síggja á føroysku landsliðklæðunum, sum eisini koma í nýggjum hami í heyst. Articon hevur verið stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya síðani 2023, og er sáttmálin nú longdur í tvey ár, til og við 2027.

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.


Fríggjadagin 19. september kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Montenegro til sølu. Dysturin verður leiktur leygardagin 18. oktober kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Høllini á Hálsi í gjár.

Komandi leygardag, tann 13. september, byrjar Burn-kappingin í hondbólti. Sáttmálin um navnið á mansdeildini er nú eisini longdur fyri tvey tey komandi kappingarárini.