EM-lutakastið hjá U18 og U20

Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum hava verið í dag. U18-landsliðið var í øðrum styrkislagi og kom í bólk F saman við Spania, Eysturríki og Finnlandi, meðan U20-landsliðið, sum var í triðja styrkislagi, kom í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.

Talan er um fyrstu altjóða skrásettu dystirnar hjá U18-árganginum og er tískil ilt at meta um mótstøðuliðini hjá U18. U20-menninir komu í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi. Serbia gjørdist nr. 6 í U18 EM-endaspælinum og nr. 10 í U19 HM-endaspælinum. Sveis gjørdist nr. 11 í bæði U18 EM-endaspælinum og í U19 HM-endaspælinum. Turkaland vann seg hvørki til U18 EM-endaspælið ella U19-HM-endaspælið. Føroyar gjørdust nr. 15 í U18 EM-endaspælinum og nr. 19 í U19 HM-endaspælinum. U20 EM-endaspælið verður leikt í býunum Cluj og Turda í Rumenia í døgunum 8. – 19. juli.

Lutakastið:

EHF EURO – U18 mynn
Beograd, Serbia, 29. juli -9. august 2026
Bólkur A: Svøríki, Slovenia, Frakland, Norðurmakedonia
Bólkur B: Týskland, Serbia, Italia, Turkaland
Bólkur C: Portugal, Kroatia, Kekkia, Ísrael
Bólkur D: Ungarn, Ísland, Sveis, Montenegro
Bólkur E: Danmark, Noreg, Slovakia, Pólland
Bólkur F: Spania, Føroyar, Eysturríki, Finnland

EHF EURO – U20 menn
Cluj/Turda, Rumenia 8.-19. juli 2026
Bólkur A: Týskland, Portugal, Frakland, Grikkaland
Bólkur B: Serbia, Sveis, Føroyar, Turkaland
Bólkur C: Ísland, Spania, Eysturríki, Lettland
Bólkur D: Danmark, Noreg, Kroatia, Norðurmakedonia
Bólkur E: Svøríki, Rumenia, Ísrael, Bosnia Hersegovina
Bólkur F: Ungarn, Slovenia, Kekkia, Pólland

Faxe Kondi kappingin til 2030

20. mai 2026

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Ein loysn frá Sendistovuni