Kyndil og H71 eru steypavinnarar 2026

Bæði kyndilskvinnur og H71-menn vóru væl betri enn mótstøðuliðini og vunnu Faxe Kondi steypini 2026 trygt. Tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi, hóast vit sóu nógvan góðan hondbólt.

Kyndil legði seg beinanvegin á odda 4-2 og skoraðu síðani sjey mál á rað, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur  sigurin hjá Kyndli fór at vera. Tá ið tað restaðu 10 minuttir var Kyndil frammanfyri við fimm málum. Gylta á Neystabø var eyðsýnd í málinum hjá Kyndli í fyrra hálvleiki og fyrstu stóru løtuna av seinna hálvleiki. VÍF royndu men høvdu ilt við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og tí royndu tær úr Vestmanna seg við 7 ímóti 6 spæli. Tað eydnaðist at skora onkrar ferðirnar í sovornum støðum, men tað kostaði eisini í hinum endanum. Tá ið tað restaðu fimm minuttir, var Kyndil frammanfyri við seks málum, og tá fingu fleiri av teimum, sum annars høvdu sitið á beinkinum, møguleikan at smakka sigursrómin á vøllinum, og so endaði tað 29-26.

Hóast tað var ein hvøkkur fyri H71, tá ið álitið í verjuni, Peter Krogh, longu eftir tríggjar minuttir sá beinleiðis reytt vísti tað seg ikki at hava týdning fyri H71 avrikið. Hoyvíkingar vóru frammanfyri 20-14, tá ið tað var hálvleikt, og sum seinni hálvleikur leið, var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Sum seinni hálvleikur leið sást tað væl, at tað í orku gjørdi stóran mun, at breiddin á liðnum hjá H71 er væl størri, enn hon er hjá Kyndil, sum ikki skifti so nógv út, sum teir gjørdu hjá H71. H71 vann trygt 37-28.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni