Steypavinnarar 2026

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Heili 19 finalur vórðu spældar og stór sum smá hava stríðst um gullið.

Allar barnafinalurnar kunnu síggjast á youtube rásini hjá HSF, sum eitur Handball Faroe Islands🤩

Steypavinnarar 2026:

Kvinnur: Kyndil – VÍF 29-26
Dagsins leikari: Gylta Djurhuus á Neystabø (Kyndil)

Menn: H71 – Kyndil 37-28
Dagsins leikari: Høgni Heinason (H71)

G18: H71 – Neistin 22-19
Dagsins leikari: Sára Berg á Lag (H71)

D18: H71 – Neistin 34-29
Dagsins leikari: Jónas Fossabrúgv (H71)

G16: Neistin – H71 29-27
Dagsins leikari: Sigrið Hansdóttir (Neistin)

D16: H71 – VB 37-28
Dagsins leikari: Jónas Poulsen (H71)

G14A: H71 a – StÍF a 23-20
Dagsins leikari: Sára í Selvindi (StÍF)

G14B: Stjørnan – Tjaldur 12-11
Dagsins leikari: Ida Müller (Stjørnan)

D14A: H71 a – Neistin a 25-24
Dagsins leikari: Dánjal Petursson Djurhuus (H71)

D14B: Neistin b – StÍF a 33-32
Dagsins leikari: Allan Ramiro Joensen (Neistin)

G12A: VÍF a – H71 a 21-10
Dagsins leikari: Aranja Agnarsdóttir Joensen (VÍF)

G12B: Kyndil a– Tjaldur b 17-10
Dagsins leikari: Eyðdis Iversen (Kyndil)

D12A: H71 a – VÍF a 27-23
Dagsins leikari: Bastian Sommer Sigurheim

D12B: Team Klaksvík b – SÍF 14-11
Dagsins leikari: Kalli Váðklett

G10A: H71 a – Kyndil a 18-17
Dagsins leikari: Jana Hammer (Kyndil)

G10B: Stjørnan a – ÍA a 15-9
Dagsins leikari: Emma Sjóstein (Stjørnan)

D10A: H71 a – Kyndil a 22-17
Dagsins leikari: Alexandur Eseosa Chief Eharuyi (H71)

D10B: Kyndil c – Neistin d 17-14
Dagsins leikari: Emil Petersen (Kyndil)

Faxe Kondi kappingin til 2030

20. mai 2026

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Ein loysn frá Sendistovuni