Framsøkin saman við Kemilux

Kemilux og Hondbóltssamband Føroya hava longt stuðulsavtaluna sínamillum. Kemilux verður við hesum framhaldandi at vera einum av stórstuðlunum hjá føroyskum hondbólti, hetta fram til 2028.

Christina Hansen, stjóri í Kemilux, og Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, hittust herfyri í høvuðsætinum hjá Kemilux í Mykinesgøtu 1 í Havn, har tær skrivaðu undir avtaluna.

Framsøkna fyritøkan Kemilux fylti 60 ár fyri stuttum, og er navnið Kemilux eitt navn flest øll húsarhald í føroyum kenna. Fryst og fremst fyri teirra reingerðaúrdráttir, men er fyritøkan, umframt hetta, eisini veitari av trygdarútgerð, arbeiðsklæðum og pakningum. 

Kemilux verður við hesum framhaldandi við til at tryggja kjølfesti undir virksemið okkara og geva hondbóltsíðkarum bestu møguleikar at menna seg – bæði í breidd og í úrvali.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni