Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar Við Tjarnir fáast nú til keyps

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Børn í skúlaaldri (fólkaskúla) rinda barnaatgongumerki.
Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn.

Steypafinalurnar verða vikuskiftið 20. – 22. februar við Tjarnir og sær leiksskráin soleiðis út:

Fríggjadagin 20. februar:
18.30 – Gentur 16
20.00 – Dreingir 16

Leygardagin 21. februar:
09.00 – Gentur 10B
09.40 – Dreingir 10B
10.20 – Gentur 12B
11.10 – Dreingir 12B
12.00 – Gentur 10A
12.40 – Dreingir 10A
13.20 – Gentur 12A
14.10 – Dreingir 12A
17.00 – Kvinnur
20.00 – Menn

Sunnudagin 22. februar
13.00 – Eydnudeildin
14.00 – Gentur 14B
15.00 – Dreingir 14B
16.00 – Gentur 14A
17.00 – Dreingir 14A
18.00 – Gentur 18
19.30 – Dreingir 18

Keyp atgongumerki her.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni