Frótt er høvur á fullum maga

Fyritøkan Mál og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri tey næstu tvey árini. Mál er við hesum millum annað at síggja á brókunum sum landsliðsleikararnir spæla dystir í. Fyritøkan framleiðir m.a. matpakkar og koyrir teir út á skúlar, og er matveitari til fleiri av tiltøkunum sum Hondbóltssambandi Føroya skipar.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Christianna Joensen, stjóri í Mál, hittust herfyri Við Tjarnir, seinast kvinnulandsliðið var saman og vandi.

  • Heilsugóður kostur er umráðandi fyri øll ítróttarfólk. Tí er samstarvið millum Mál og Hondbóltssamband Føroya upplagt. Vit eru glað fyri at hava eina fjølbroytta samanseting av stuðlum, og Mál er við til at breiðka um hetta, sigur Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í Hondbóltssambandi Føroya.

Christianna Joensen, stjóri í Mál, er fegin um at stuðla landsliðunum.

  • Vit í Mál leggja okkum eftir at veita heilsugóðan og fjølbroyttan kost, og tað samsvarar væl við tørvin hjá ítróttarfólki. Tað er ein heiður at stuðla føroysku hondbóltslandsliðunum og vera við til at skapa góðar karmar um teirra venjing og kappingar, sigur Christianna Joensen, stjóri í Mál.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni