Ítróttafagnaður 2025

Hjartaliga til lukku tit øll! Vit eru so errin av tykkum øllum. Takk fyri tykkara áhaldni og ótroyttuligu orku til hondbóltin.

• U21 mandsliðið er ítróttastjørnuskotið 2025

• Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen eru ítróttavenjarar 2025

• Sigursrúsurin eftir sigurin á Spania er ítróttaløtan 2025

• Jana Mittún er ítróttanavnið 2025

• Heiðursskjal Poul E. Petersen fór til Jústinus Justinussen. Hann hevur arbeitt støðugt og dugnasamt í felagnum StÍF. Heiðurin er latin sum viðurkenning fyri ósjálvsøkið, framtakssamt og virki arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt og føroyskt samfelagslív.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni