Lutakast hósdagin kl. 18.00

Hósdagin 26. mars kl. 18.00, føroyska tíð, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum. Lutakastið verður í Lissabon í Portugal.

Lutakastið kann stroymast her https://www.youtube.com/@HomeofHandball

Føroyar eru styrkismettar, sum nummar 17 í Europa í løtuni og eru harvið styrkismettar í aðru røð. Styrkismetingin byggir á fýra tær seinasta kappingarnar, ávikavist tvær EM- og tvær HM-kappingar.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Kroatia, Frakland, Týskland, Ungarn, Ísland, Noreg, Slovenia, Svøríki

Pottur 2: Eysturríki, Kekkia, Føroyar, Italia, Norðurmakedonia, Niðurlond, Pólland, Serbia

Pottur 3: Belgia, Bosnia-Hersegovina, Georgia, Grikkaland, Litava, Montenegro, Rumenia, Ukraina

Pottur 4: Estland, Finnland, Ísrael, Kosovo, Lettland, Luksemborg, Slovakia, Turkaland

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki, saman við fýra teimum bestu trý´arunum, koma víðari til EM-endaspælið í januar 2028, sum verður leikt í Sveis, Spania og Portugal. Tað er longu greitt, at um Føroyar vinna seg til endaspælið, at so skal Føroyar spæla innleiðandi bólkaspælið í Lissabon.

Manslandsliðið úttikið

17. apríl 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Bosnia-Hersigovina, sum verða ávikavist, á útivølli í Tuzla hósdagin 14. mai, og Við Tjarnir leygardagin 16. mai. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

Frakland, Pólland, Føroyar og Ukraina

16. apríl 2026

Katowice í Póllandi verður heimstaðurin hjá føroyingum og kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í desember. Við lutakastinum í Katowice í dag gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Frakland, Póllandi og Ukraina.

Tarmfelagið 50.000 frá Lions

15. apríl 2026

Lions Club hevur um dagarnar handað Tarmfelagnum ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum vórðu spældir ávikavist í septembur í fjør og februar/mars í ár.

Ein loysn frá Sendistovuni