Tíðindi

U21-menn: Góvu alt!

27. juni 2025

SO NÆR VIÐ! Tvær ferðir eykatíð skuldi til og 80 minuttir skuldu til áðrenn HM-hálvfinalan millum Føroyar og Portugal var avgjørd. Føroyar høvdu brotskast, men brendu, og Portugal vann harvið 38-37 og Føroyar skulu spæla um HM-bronsu móti Svøríki sunnudagin kl. 16.00.

U21 ævintýrferðin

29. juni 2025

U21-ævintýrið fekk ein eydnusaman enda. Eftir svára tapið í hálvfinaluni reistu okkara menn seg og vunnu bronsdystin 27-26 móti Svøríki. Ítróttarsøga er skrivað eftir eitt megnaravrik av okkara ungu monnum, og í kvøld fáa teir heiðursmerki um hálsin í Póllandi.

Stroyming Føroyar – Portugal

27. juni 2025

Ert tú staddur í Føroyum ella Danmark og ynskir tú at stroyma HM-hálvfinaluna millum Føroyar og Portugal, so kann tað gerðast ígjøgnum hetta leinki. Tað kostar 8 euro. Arbeitt verður við at fáa føroyskt frásøgufólk á dystin.

U21-menn: Spæla um medaljur!

26. juni 2025

FANTASTISKT! Føroyar vunnu HM-fjórðingsfinaluna móti Slovenia, 35-33, har Føroyar vóru serstakliga vælleikandi í fyrra hálvleiki. Tað gjørdist spennandi seinastu løtuna, men megnaðu okkara at koyra tað heim. Føroyar møta Portugal í hálvfinaluni í morgin.

Stroyming av HM-fjórðingsfinaluni

25. juni 2025

Ynskir tú at stroyma HM-fjórðingsfinaluna millum Slovenia og Føroyar, so kann tað gerðast ígjøgnum hetta leinki. Tað kostar 8 euro. Tað er ikki gjørligt at stroyma dystin á youtube síðuni hjá IHF. Dysturin er hósdagin kl. 20.00.

Atgongumerkini til Malmö

25. juni 2025

Nú fáast føroysku atgongumerkini til meginumfarið í EM-endaspælinum hjá monnum til keyps. Koma Føroyar víðari úr innleiðandi bólkinum í Oslo, gongur leiðin til meginumfarið í Malmö.

U21-menn: Góðkent avrik

24. juni 2025

Føroyar taptu 41-32 móti Danmark, har Føroyar hvíldu lyklaleikarar og fordeildu spælitíðina. Munurin bleiv tó ikki stórur fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, tá Danmark dróg frá – eitt góðkent avrik undan fjórðingsfinaluni hósdagin móti Slovenia.

Atgongumerki til Malmö

24. juni 2025

Í morgin, mikudagin 25. juni kl. 10.00, koma føroysku atgongumerkini til meginumfarið í EM-endaspælinum hjá monnum til sølu. Hetta eru atgongumerki til meginumfarið í Malmö, har nummar 1 og 2 úr bólkinum hjá Føroyum í Oslo skulu víðari til. Hóast tað ikki er greitt hvørji lond koma víðari, Slovenia, Føroyar, Montenegro ella Sveis, so hava […]

U21-menn: HM-fjórðingsfinala!!!

23. juni 2025

Føroyar vunnu nervadystin móti Fraklandi í seinna hálvleiki og eru í HM-fjórðingsfinaluni. Hóast alt ikki gekk eftir vild, so kempaðu okkara dystin á tamb og vann verjan dystin í seinna hálvleiki. Føroyar vunnu 28-27, eftir hálvleiksstøðuna 17-16 til Fraklands.

U21-menn: Víðari sum nr.1!

21. juni 2025

Við einum fantastiskum seinna hálvleiki vunnu Føroyar 35-28 á Rumenia og hava harvið vunnið bólk F í HM-undankappingini í Póllandi. Nú bíða Danmark og Fraklandi í meginumfarinum.

Ein loysn frá Sendistovuni