U21-menn: HM-fjórðingsfinala!!!

Føroyar vunnu nervadystin móti Fraklandi í seinna hálvleiki og eru í HM-fjórðingsfinaluni. Hóast alt ikki gekk eftir vild, so kempaðu okkara dystin á tamb og vann verjan dystin í seinna hálvleiki. Føroyar vunnu 28-27, eftir hálvleiksstøðuna 17-16 til Fraklands.

Føroyar byrjaðu, enn sum áður, við 7 móti 6 í álopinum. Væl riggaði við nógvari ferð á føroyska spælinum fyrstu 5 minuttirnar. Føroyar løgdu seg á odda 4-2. Føroyska liðið hevur gjørt sera fáar tekniskar villur í kappingini higartil, men vóru tíverri ov nógvar í fyrra hálvleiki, og fraklendingar fingu fleiri løtt mál næstu løtuna til 9-5. Okkara góvu tó ikki upp, verjan batnaði í leypi av hálvleikinum og Sasha Lacok stóð væl í føroyska málinum. Føroyar komu afturíaftur og var bert eitt mál á muni í hálvleikinum, 17-16 til fraklendingar.

Føroyar fingu eina vánaliga byrjan uppá seinna hálvleik. Fraklendingar dekkaðu væl og okkara vóru leitandi í spælinum. Føroyar komu afturum 20-16, men góvu ongantíð upp. Hetta bleiv ikki tann vakri poleraði álopsdysturin, men heldur ein verjudystur. Føroyska verjan stóð betri og betri í leypi av seinna hálvleiki, og vann hon okkum dystin at enda, tí fraklendingar megnaðu ikki at fáa mál seinastu løtuna. Føroyar komu nærri og nærri og fóru fram um seinastu løtuna og megnaðu at halda. Føroyar vunnu 28-27 og eru í HM-fjórðingsfinaluni, hóast ein dystur er eftir í meginumfarinum.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari í dystinum. Alt riggaði ikki hjá Óla í dag, men var hann ótroyttiligur og stýrdi hann eisini okkara til sigurs seinastu løtuna. Óli gjørdi 9 mál í dag.

Føroyar eru nú komnar víðari til fjórðingsfinaluna, sum verður hósdagin. Fyrst skulu okkara spæla um fyrsta plássið í meginumfarinum. Hann verður í morgin kl. 15.15 móti Danmark. Allir dystir kunnu stroymast á youtube síðuni hjá IHF, “IHF Competitions”, hetta um tú er stødd/staddur í Føroyum.

Dystargongdin Føroyar – Frakland:
5 min. 4-2
10 min. 5-7
15 min. 8-11
20 min. 11-12
25 min. 14-13
30 min. 16-17
35 min. 16-20
40 min. 19-21
45 min. 21-24
50 min. 24-26
55 min. 26-26
60 min. 28-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 9 (4)
Niklas Gaard 4
Ísak Vedelsbøl 4 (1)
Rókur Ziskason 3
Høgni Heinason 3
Trúgvi Hávardsson 1
Høgni Højsted 1
Búi Poulsen 1
Tóki Fríðriksson 1
Sofus í Selvindi Nattestad 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 30%

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni