Nýggju landsliðsklæðini hjá HSF fyri 2024 og 2025 koma nú til sølu. A-landsliðið við monnum fer at spæla í nýggju klæðunum til EM endaspælið í Týsklandi í januar.


Nýggju landsliðsklæðini hjá HSF fyri 2024 og 2025 koma nú til sølu. A-landsliðið við monnum fer at spæla í nýggju klæðunum til EM endaspælið í Týsklandi í januar.

Lutakast hevur verið til triðja umfar í European Cup hjá monnum í morgun. VÍF trekti italska liðið SSV Brixen úr norðuritalska býnum Brixen.

Mennirnir úr Vestmanna hava tryggjað sær víðari luttøku í European Cup eftir ein eitt-málssigur í gjár og tvey-máls sigur í dag á Handball Esch úr Luksemborg. VÍF skrivar soleiðis á teirra síðu:

Føroysku kvinnurnar spældu ein tættan dyst í 45 minuttir móti Íslandi, hareftir neyvleikin sveik og Ísland fór við sigrinum á 28-23, eftir at Føroyar vóru á odda, 12-11, í hálvleikinum.

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Íslandi í morgin kl. 15.00. Súna Krossteig Hansen var so óheppin at bróta fingurin í dystinum móti Svøríki og verður tískil ikki við.

H71-menn taptu báðar dystirnar móti kroatisku MRK Trogir og eru tískil úti úr European Cup eftir annað umfar. Báðir dystirnir vóru leiktir á útivølli í Trogir í Kroatia og endaðu báðir 29-22.

Hóast stórtap 37-20 fyri Svøríki, so vóru glottar og góðar løtur hjá føroysku kvinnunum fyri fullsettari høll í Uppsala í kvøld. Hálvleiksstøðan var 19-13 til Svøríki.

Føroyar hava ongantíð vunnið á mótstøðuliðunum, sum bíða í EM-undankappingardystunum hósdagin og sunnudagin.

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum ferðast til Uppsala í dag, har liðið skal møta Svøríki í morgin kl. 17.30.

Umframt kvinnulandsdystir og European Cup dystir, eru eisini steypadystir hjá monnum á skránni í hesari vikuni. Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða leygardagin, meðan ein eisini verður mikudagin í næstu viku.