Herfyri var Drós Ragnarsdóttir og helt áhugaverda framløgu fyri ÍSF í sambandi við høvuðsritgerð sína í Sport and Exercise Psychology frá Manchester Metropolitan Univerity. Drós hevur eisini verið í Kringvarpinum og greiddi frá áhugaverdu niðurstøðunum.
Drós hevur granskað áskoðaraumhvørvið í Føroyum. Granskingin greinar ítøkiliga, hvørja ávirkan áskoðarar hava á kvinnuligar hondbóltsleikarar í Føroyum, og hvønn týdning hetta kann hava fyri luttøku í ítrotti.
Drós tekur soleiðis saman um høvuðsrigerðina:
– Útgangsstøðið í ritgerðini eru samrøður við føroyskar kvinnuligar hondbóltsleikarar, umframt aðrar kanningar og ástøði á økinum. Úrslitið vísur í stuttum, at áskoðarar hava stóra ávirkan á kvinnuligar hondbóltsleikararnar serliga í sambandi við dystir.
Tað er ein sannroynd, at stórur munur er á talinum av áskoðarum til kvinnu- og mansdystir. Hallirnar eru ofta hálvtómar, tá ið kvinnurnar spæla dyst, umframt at áskoðarar eru meira lívligir og rópa meira til mannfólkadystir. Hettar sæst aftur í mátanum áskoðarar bera seg at til dystirnar, alt eftir hvør spælir.
Hjá monnunum verður tað rópt inn á vøllin, har tað hjá kvinnunum í høvuðsheitum er soleiðis, at áskoðarar tosa hart sínaámillum um spælið og um leikararnar á vøllinum. Sambært leikarunum er alt hetta ikki bert galdandi, tá ið lið í heimligu kappingini spæla, men eisini tá landsliðini spæla. Hóast hesa ójavnvág, so nevna leikarirnir í granskingini, at tað gongur rætta vegin á kvinnusíðuni í landsliðshøpi, og at sjálvt støðið á hondbóltsspælinum eisini spælir ein stóran leiklut, um fólk koma í hallirnar ella ikki.
Hjá leikarunum er dámurin og huglagið í høllini av stórum týdningi fyri sjálvt spælið hjá kvinnunum. Hóast ein øking av áskoðarum sjálvsagt hevur við sær eitt størri sálarligt trýst, so vigar huglagið í høllini meira hjá leikarunum, og hevur størri ávirkan á, hvussu tær spæla. Tá leikarar merkja og hoyra huglagið í høllini, so detta tær persónligu viðmerkingarnar burtur, og høllin verður ein eind, heldur enn at nakrar einstakar røddir hoyrast.
Sum árini eru liðin, siga leikararnir seg verða blivnar meiri harðførar, tá tað snýr seg um neiligar viðmerkingar. Hóast hetta, so eru tað nakrar viðmerkingar, sum seta seg fastari enn aðrar. Tær vilja verða við, at áskoðarar ofta gloyma tað, sum verður sagt ella rópt út á vøllin, meðan tað hinvegin ofta situr eftir hjá leikarunum, eisini eftir dystin.
Tað, sum er sermerkt við dynamikkinum er, at hondbóltsumhvørvið í Føroyum er lutfallsliga minni enn í øðrum londum. Fleiri ferðir í granskingini verður nevnt, at í Føroyum er tað soleiðis at “øll kenna øll”, og at hettar hevur bæði jalig og neilig árin við sær. Kenslan av tryggleika, bæði á og uttanfyri vøllin, gevur sjálvsagt leikarunum nógv, og tá man so hittir kend andlit eftir dyst gevur tað ró í kroppin. Hinvegin leggur hettar eisini eitt ávíst trýst á leikararnar, tí man allatíð hevur nakrar væntanir frá øðrum at liva upp til. Í Føroyum er hetta kanska serliga trupult, tí at man sum oftast hevur eina relatión til øll tey, sum eru í høllini.
Tá tær neiligu viðmerkingarnar verða frambornar í høllini, er tað ikki óvanligt at møta hesum somu fólkunum uttanfyri høllina, men tá í einum heilt øðrum høpi. Frástøðan frá áskoðaraplássinum og inn á vøllin er tí so øgiliga nógv styttri enn vit halda. Hetta ger eisini, at áskoðarar kenna seg sum ein part av liðnum, soleiðis at teir føla seg, at kunnu siga nógv meira, enn hvat teir í veruleikanum áttu at sagt. Hóast hetta í flestu førum ofta verður gjørt í góðari meining, so kann tað verða trupult og strævið sum leikari at taka ímóti.
Niðurstøðurnar í ritgerðini eru sera viðkomandi at hava í huga, bæði hjá leikarum, men somuleiðis eisini hjá áskoðarum, tá ið vit møta í høllini til dyst. Hóast hendan høvuðsritger bert er ein byrjan til gransking á økinum, vóni eg, at hon kann verða við til at varpa ljós á ta ávirkan, vit sum áskoðarar hava á hondbóltsleikarar. Best er um høllin verður ein miðdepil fyri góðum huglagi og stuðli. Í flestu førum snýr tað seg bert um eina hugburðsbroyting, so kvinnuligir hondbóltsleikarar kunnu fáa best møguligar umstøður at mennast, og varðveita gleðina við at spæla hondbólt.