Atgongumerkjasølan gongur væl

Fríggjadagin 5. og leygardagin 6. januar spælir føroyska manslandsliðið EM fyrireikingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi. Atgongumerkjasølan gongur væl, so vilja tit síggja Føroyar á heimavølli undan EM, er at skunda sær at keypa á atgongumerki.fo. Dystarbyrjan er báðar dagarnar kl. 19.30.

Belgia vann seg ikki í EM-endaspælið, men tapti sínar dystir sera tepurt móti Kroatia, Hollandi og Grikkalandi. Belgia vann seg í seinasta HM-endaspælið, og gjørdist liðið tá nummar 21 av 32 londum.

Føroyar hava møtt Belgia 7 ferðir áður og hevur Føroyar ongantíð vunnið:
27.10.12 Belgia – Føroyar 36-22
18.01.03 Belgia – Føroyar 24-17
15.01.03 Føroyar – Belgia 22-22
13.10.87 Belgia – Føroyar 28-14
12.10.87 Belgia – Føroyar 32-13
09.02.86 Belgia – Føroyar 17-11
01.12.76 Belgia – Føroyar 25-24

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni