Væleydnaður málverjadagur

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Á skránni vóru framløgur, undirvísing og teknisk og taktisk venjing.

Skeiðið var fyri málverjar í aldursbólkunum U12, U14 og U16 og luttóku heili 34 ungir málverjar.

Fyri málverjadegnum stóðu Mladen Mjerimacka, HSF málverjamennari, David Henigman, U18 landsliðsmálverjavenjari, Nicholas Satchwell, føroyskur landsliðsmálverji og Nina Vuksanovic, málverji hjá EB.

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Ein loysn frá Sendistovuni