Tilráðing í smb. við Corona-virus

Áheitan í sambandi við Corona-virus.
HSF heitir við hesum á hondbóltsfeløgini, sum fyriskipa dystir og barnakappingar næstu tíðina, um at fylgja tilráðingunum hjá heilsumyndugleikunum. Tað eru serliga dystir í fremstu deildunum, sum savna nógv fólk, men helst eru fáir av hesum, sum savna fleiri enn tilrádda markinum á 500 fólk. Tískil er ætlanin, at dystir verða avgreiddir sum ætlað. Vit venda aftur hesum viðvíkjandi, tá endaspælið nærkast, har vanliga fleiri áskoðarar eru til dystirnar.

Mælt verður til, at fyriskipandi feløg taka mest møgulig fyrilit viðvíkjandi reinføri og annars hugsa seg um og eru fyrivarin. Víst verður til heimasíðuna hjá landslæknanum, www.landslaeknin.fo, har tað eru komnar tvær plakatir út, sum stutt siga almenninginum, hvat gerast skal. Ein til fyribyrging og hin til, tá ið man hevur illgruna um sjúku. Tær síggjast og kunnu takast niður her at heingja upp í hallum og felagshølum.

https://landslaeknin.stps.dk/~/media/50ACA28E47BB4333BC6B0E8B7AA942F8.ashx
https://landslaeknin.stps.dk/~/media/F9D8BCBC209C46248F89D3A5F8F4BDED.ashx

Tey ráðini, vit hava fingið í sambandi við dystir, venjingar osfr. eru hesi:
1) Øll, leikarar, foreldur og hjálparfólk vaska og spritta hendur áðrenn farið verður inn í høllina við komu, og eftirfylgjandi spritta hendurnar hvørja ferð, tá man fer inn í leikhøllina
2) Spritta dystarbóltar áðrenn hvønn dyst
3) Ikki taka í hondina á leikarunum á mótstøðuliðnum, tá ið takkað verður fyri dystin.
4) Hava spritt dispensarar tøkar
5) Eggja fólki til at hava hondspritt við heimanífrá
6) Um feløgini hava kiosk, vísa serligt varsemi og fyrivarni, spritta kannur, toastarar, pengakassa, knívar osfr. millum sølur.
7) Eggja fólki, sum hava sjúkueyðkenni, til ikki at møta upp

Heitt verður eisini á feløgini sjálvi at fáa hondspritt til vega, til leikarar tykkara at brúka og til at hava til heimadystir. Sum skilst er hetta ikki so lætt at fáa fatur á, so berið skjótt at. Sundhedsstyrelsen hevur eisini gjørt eina síðu, sum vísir viðurskifti viðv. Corona-virus:
https://www.sst.dk/da/Viden/Smitsomme-sygdomme/Smitsomme-sygdomme-AAA/Coronavirus/

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni