Trygt fram við Fønix

P/F Fønix hevur verið stuðul hjá HSF í 2022 og 2023, og verða teir nú stórstuðlar í 2024 og 2025. Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, var herfyri og vitjaði hjá Fønix á Mykinesgøtu 8, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Bárði Simonsen, stjóra í Fønix. Fønix er fyritøka, sum m.a. selur alskyns útgerð innan trygd, sveising, gass og olju, bæði til fyritøkur og privat.

Bárður Simonsen viðmerkir til nýggja sáttmálan, – at úrslitini hjá føroyskum hondbólti hava verið serliga merkisverd seinastu árini, og haldi eg at hetta er nakað vit sum tjóð kunnu verða errin av. Tað at okkara fremstu leikarar javnan eru frammi í miðlunum og spæla frammanfyri stórum áskoðarafjøldum, bæði á landsliðnum og í teirra feløgum, er ein stórur íblástur fyri børn og ung í Føroyum. Hesum vilja vit gjarna vera við til at stuðla, sigur Bárður.

Vit eru ógvuliga fegin um, at ein væl rikin fyritøka sum Fønix vil leggja meira fyri saman við okkum, sigur Jógvan Emil. Tað er hugaligt at merkja stuðulin frá fyritøkum og fólki kring landið. Komandi stóru tøkini skulu takast á tryggum grundarlagi, og tað eru okkara stuðlar við til at tryggja.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni