Tveir U18-landsdystir komandi vikuskiftið

Komandi leygardag og sunnudag kl. 15.00 verða dystir millum U18-manslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi. Báðir dystirnir verða í Hoyvíkshøllini.

Fyri bæði londini er talan um fyrireikingardystir til komandi U18 EM-endaspælið, sum verður í Montenegro dagarnar 4. – 14. august, har Føroyar í fyrstu atløgu møta Svøríki, Spania og Fraklandi í bólkaspælinum.

Tað er gratis at vitja Hoyvíkshøllina til dystirnar í vikuskiftinum, og kunnu teir eisini stroymast á live.hsf.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni