U16-kvinnur: Endaðu nr. 19

Føroysku U16-kvinnurnar vunnu í morgun ein sera greiðan 31-16 sigur á Kýpros, eftir hálvleiksstøðuna 12-6. Føroyar blivu við hesum nummar 19 av teimum 20 luttakandi liðunum í European Open.

Kýpros var eyðsýnt veikasta liðið í kappingini og settu okkara seg á dystin frá byrjan. Verjan stóð væl og komu okkara til góðar kjansir í álopinum so at siga hvørja ferð. Tað órógvaði eitt sindur at Kýpros mansvardi Amiliu Agnarsdóttir Joensen frá byrjan, men funnu okkara seg so líðandi til rættis við hesum og tí plássinum sum bleiv. Til tíðir vóru heldur nógvar villur og misnýttir málmøguleikar, men Kýpros var ongantíð nær við at koma inn aftur í dystin. Dystarmyndin var nakað tann sama í seinna hálvleiki og var tað frálíkt, at liðið endaði kappingina við einum sigri.

Hóast Føroyar endaðu nummar 19 av 20 liðum í kappingini, so hava Føroyar verið væl við í flestu dystunum og tapini ikki verið stór. Amilia Agnarsdóttir Joensen hevur havt eina frálíka kapping og verður hon sannlíkt topskjútti í kappingini við sínum 64 málum í 8 dystum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 8
Anna Katrina Poulsen 6
Bjørk Mariusardóttir 5
Vár Mortansdóttir 4
Halla Haldansen 3
Emily Andresen 2
Anna á Borg 1
Arina Wang 1
Lý Magnussen 1

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni