U16-kvinnur: Tap fyri Niðurlondum og Slovakia

Føroysku U16-kvinnurnar taptu báðar dystirnar í European Open í dag. Fyrrapartin taptu okkara 32-24 fyri Niðurlondum og seinnapartin 23-17 fyri Slovakia.

Føroyar byrjaðu dystin móti Niðurlondum sera væl og vóru frammanfyri 6-3 eftir 7 bert minuttum. Amilia Agnarsdóttir Joensen vísti stórspæl, og hevði hon tá gjørt øll 6 føroysku málini. Amilia er næsttoppskjútti í kappingini higartil, og hevur hon gjørt meira enn helmingin av føroysku málunum í kappingini higartil. Føroyar spældu væl upp við Niðurlondum, sum var eitt gott lið, tað mesta av fyrra hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn um miðjan hálvleik at Niðurlond fóru fram um. Óhepnar útvísingar og nakrar ivasamar dømingar gjørdu eisini sítt til, at okkara høvdu tað trupult beint fyri hálvleik, og vóru Niðurlendingar tískil frammanfyri 15-12 við steðgin. Okkara hingu væl í í seinna hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn seinastu 15 minuttirnar at tað skrædnaði, og munurin gjørdist størri enn tvey mál. Føroyska verjan stóð ikki nóg væl, og var tað serliga strikuspælið hjá Niðurlondum, sum okkara høvdu ilt við at fáa fatur á. Dysturin endaði 32-24.

Málskjúttar Niðurlond – Føroyar:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 12
Bjørk Mariusardóttir 4
Halla Haldansen 2
Solveig Ripley 2
Anna á Borg 1
Emily Andresen 1
Dinna Lamhauge 1
Vár Mortansdóttir 1

Føroyar taptu eisini seinna dystin í dag. Hesuferð móti Slovakia. Tað var nokso skjótt í dystinum greitt í, at Slovakia hevði fleiri streingir at spæla uppá, hóast okkara vóru hampuliga væl við í fyrra hálvleiki, sum endaði 9-13. Okkara tóktust eitt sindur merktar av møði í seinna hálvleiki eftir 7 dystir seinastu 4 dagarnar. Tað manglaði eisini eitt sindur av veiggj í álopinum, tá toppskjúttin í kappingini higatil, Amilia Agnarsdóttir Joensen, var mansvard og tikin burturúr spælinum. Munurin vaks tó ikki við meira enn tveimum málum í seinna hálvleiki, og endaði dysturin 23-17 til Slovakia.

Føroyar skulu nú spæla seinasta dystin í kappingini í morgin, tíðliga kl. 08.00 føroyska tíð. Hesin verður um 19. plássið í kappingini. Hesin dysturin verður móti Kýpros.

Málskjúttar Føroyar – Slovakia:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 7
Bjørk Mariusardóttir 2
Elinborg Dávadóttir 2
Halla Haldansen 2
Vár Mortansdóttir 1
Anna Katrina Poulsen 1
Solveig Ripley 1
Anna á Borg 1

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni