U16-kvinnur: Tap og sigur í dag

Føroysku U16-kvinnurnar hava spælt tveir dystir í dag í European Open. Fyrra dystin taptu okkara við trimum, meðan okkara vunnu seinna stórt, 29-12 á Lettlandi.

Fyrri dysturin móti Íslandi endaði við teprum 19-22 tapi. Í steðginum var Ísland á odda 11-7. Føroyska liðið spældi fyri kortum tveir venjingardystir móti Íslandi og var hesin dysturin ein endurtøka av teimum dystinum, sum eisini endaðu hesir eisini við trý-máls tapi.

Seinna dystin vunnu føroysku U16-kvinnurnar greitt á Lettlandi við 29-12. Føroyar vóru á odda 15-6 í steðginum. Føroysku kvinnurnar spæla í morgin seinasta dystin í European Open á hesum sinni. Dysturin er móti Estlandi, og vinna okkara tann dystin, enda okkara sannlíkt á einum 14. plássi í kappingini. Dysturin byrjar kl. 08.00, føroyska tíð og kann stroymast á EHFtv.com.

Málskjúttar hjá Føroyum móti Íslandi:
Katrin Hansen 6
Silja Geirsdóttir Eystberg 4
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Agatha Djurhuus 3
Sophilia Wraae 1
Sára Sóleyardóttir Hórðará 1
Joan Johannesen 1

Málskjúttar hjá Føroyum móti Lettlandi:
Sára Sóleyardóttir Hórðará 5
Bára Reginsdóttir 3
Joan Johannesen 3
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Silja Geirsdóttir Eystberg 3
Ró Reginsdóttir 3
Agatha Djurhuus 3
Helena Magnusardóttir 2
Katrin Hansen 1
Elin Maria Rapa 1
Bára Eliasen 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni