U16-kvinnur til Íslands

Komandi vikuskiftið fer U16-landsliðið hjá kvinnum til Íslands, har tær fara at spæla tveir landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist leygar- og sunnudagin.

Dystirnir verða leiktir leygardagin og sunnudagin á Safamýri, sum er gamli heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. Tíðirnar niðanfyri eru føroyskar.

Leygardagin 13. juni
Kl. 16.00              Ísland – Føroyar

Sunnudagin 14. juni
Kl. 14.30              Ísland – Føroyar

Hesar eru úttiknar til dystirnar:

Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Fríða Adela Eriksen, H71

Útileikarar:
Poulina á Heygum, Søljan
Sofía Bárðardóttir, H71
Nana Yaa Deku, H71
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Aibritt á Plógv Hansen, Kyndil
Andrea Heinadóttir, Søljan
Helena í Skorini, Neistin
Olivia Kristiansen, H71
Anna Lamhauge, H71
Fía Nolsøe, H71
Hanna Thomsen, Neistin
Sunfríða Fonsdal Zachariasen, VÍF

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjarvenjari Jovana Stranjanac, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni