U18 ávegis til EM í Georgia

U18-landsliðið við monnum er í dag farið av landinum og sett kósina móti Tbilisi í Georgia, har teir skulu taka lut í EM-kapping.

Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi, Litava, Makedonia og Sveis. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er fríggjadagin móti Luksemburg.

EM-kappingin er skipað á sama hátt, sum tann, ið U20-manslandsliðið júst hevur luttikið í, har tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar og at tað annars eru plaseringsdystir.

Til ber at fylgja U18-landsliðnum á Instagram hjá HSF, sum eitur Faroe Islands Handball. Dystirnir hjá U18 verða stroymdir á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.

Venjarar hjá U18-landsliðnum eru Birgir Hansen og Bogi Hendriksen.

Teir, sum eru úttiknir til EM-kappingina eru:

Heini á Heygum, VÍF
Andri K. Hansen, STÍF
Martin Danielsen, STÍF
Ivan Mrdalo, STÍF
Dánjal Ragnarsson, Neistin
Julian Kragesteen, Neistin
Jónas Rasmussen, Neistin
Tróndur Mikkelsen, Skjern Håndbold
Høgni F. Gaard, Skjern Håndbold
Gilli S. Holm, Oure
Pauli Mittún, H71
Sakaris A. Sakarisson, H71
Hákun av Teigum, H71
Bogi Hansen, H71
Elias á Skipagøtu, H71
Pauli Jacobsen, H71

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni