U18 kvinnur: Fimm máls tap fyri Portugal

HM hjá U18-kvinnum er byrjað og bleiv talan um tap 29-24 fyri Portugal í fyrsta dystinum.

Mótstøðuliðið Portugal endaði á einum 10. plássi til seinasta HM-endaspælið og var eisini betra liðið í dag. Portugal vann dystin 29-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-13.

Føroyska liðið var á odda 2-0 og 4-2 í byrjanini av dystinum, og megnaði at fylgja portugisiska liðnum upp til støðuna 12-12. Í steðginum var Portugal á odda 15-13. 

Í seinna hálvleiki var føroyska liðið væl við í byrjanini, men eftir Portugal kom upp á 23-17 var ein munur uppá fýra mál minsta leiðslan hjá Portugal.

Tíverri brendi føroyska liðið ov nógvar málmøguleikar um sæð verður burtur frá Lukku Arge.

Lukka Arge skoraði ikki færri enn 10 mál uppá 11 málroyndir.

Í morgin klokkan 17.20 spæla Føroyar móti Danmark. Fjórða liðið í bólkinum er Eysturríki.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Lukka Arge 10, Barbara Hammer 3, Maria P. Nólsoy 3, Karina Debes Heinesen 2, Lea Mohr 2, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Bjørg F. Joensen 1, Karin Egholm 1. 

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni