U18 kvinnur: Fyrsti HM sigurin í hús

Føroysku U18 genturnar vunnu í morgun sín fyrsta dyst í HM-kappingini í Norðurmakedonia. Føroyar vunnu ein flottan sigur, 31-22 á Eysturríki, eftir hálvleiksstøðuna 15-12.

Tað var annars Eysturríki, sum byrjaði dystin best, og legði seg á odda. Men sum frá leið, fingu føroysku genturnar stýr á bæði verju-, álops- og málmansspæl, tær javnaðu og løgdu seg á odda.

Í hálvleikinum var støðan 15-12 til Føroyar

Í øðrum hálvleiki hevði føroyska liðið fullkomið tamarhald á dystinum, og lá framman fyri alla tíðina og økti støðugt um munin.

Úrslitið av dystinum gjørdist 31-22, og Føroyar gjørdist sostatt nummar trý í Bólki C í innleiðandi umfarinum eftir Danmark og Portugal.

Dagsins leikari var kosin føroyski málverjin, Silja Arngrímsdóttir Muller.

Føroyar skal nú spæla um plássini 17-32 í kappingini og er fyrsti dystur í morgin kl. 13.30 móti India. Føroyar spæla síðani fríggjadagin kl. 9.30 móti Kasakstan.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Olivia Heðinsdóttir 7
Lukka Arge 3
Inga Maria Roysdóttir 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 3
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3
Anna E. Halsdóttir Weyhe 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Inga Maria Joensen 2
Karin Egholm 2
Karina Debes Heinesen 2
Barbara Hammer 1
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð 1 

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni