U18-kvinnur: Spania sera sterkar

Føroysku U18-kvinnurnar møttu einum sera sterkum sponskum liðið í dag. Spania vann stórsigur 36-23, eftir 19-11 í hálvleikinum.

Tað var greitt beinanvegin, at talan var um eitt gott spanskt lið, sum okkara møttu í dag. Spælið var skjótt og høvdu tær bæði gjøgnumbrots- og skotsterkar leikarar. Spanska liðið kundi væl spælt í ovaru helvt av kappingini, men var liðið í sera sterkum innleiðandi bólki, og endaðu tær við teprum tapum aftanfyri Ungarn og Frakland.

Eftir 10 minuttir var støðan longu 10-4 og øktist munurin í leypi av hálvleikinum. Okkara høvdu sera trupult við at fáa fatur í verjupartinum, og hóast okkara arbeiddu væl í álopinum og fingu fleiri góð mál, so vantaði seinasti neyvleikin eisini í fleiri førðum. Besti leikarin hjá Føroyum í fyrra hálvleiki var málverjin, Silja Arngrímsdóttir Müller, sum hevði fleiri góðar bjargingar.

Føroyar komu sera illa út til seinna hálvleik og gjørdu eina ørgrynnu av tekniskum villum. Spanska verjan kom heilt fram at verja Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum helst er sterkasti álopsleikarin á føroyska liðnum, og hetta ørkymlaði føroyska liðið nógv og framprovokeraði villur frá okkara leikarum. Eftir 5 minuttir av seinna hálvleiki var støðan 21-13 og dysturin var væl og virðiliga avgjørdur.

Føroysku kvinnurnar skulu nú spæla um 19. pláss av 32 í HM-kappingini. Tann dysturin verður móti Slovenia í morgin, mánadagin kl. 16.00.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 6
Karin Egholm 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Inga Maria Joensen 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Inga Maria Roysdóttir 1
Sára Sigrunadóttir Mikkelsen 1
Karina Debes Heinesen 1
Lea Mohr 1
Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni