U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

Dysturin var sum so avgjørdur í steðginum. Tá var støðan 23-14 til Ísland, og teir skoraðu upp á nærum allar kjansir framman fyri málinum. Tað kundi sæð øðrvísi út. Í byrjanini av dystinum var tað púra javnt millum liðini. Tað var høg leikferð, og bæði liðini avgreiddu álopini skjótt. Eftir eina lítla løtu byrjaðu útvísingar at fella til liðini. Hetta fingu føroyingarnir ikki gagnnýtt líka væl sum íslendingar. Serliga tá vit spældu sjey ímóti fimm, blakaðu vit tveir bóltar í hendurnar íslendingum. Tá gjørdist munurin størri og størri sum fyrri hálvleikur fór.

Føroyar gjørdu nógv mistøk sum íslendingar revsaðu hart. Íslendingar skulu ikki brúka nógva orku til fleiri av teirra málum, og verjan hjá teimum var stinn í longum løtum. Føroyar royndu seg við sjey ímóti seks í álopinum, og hetta var við misjavnari úrtøku. Okkurt gott, og okkurt minni gott. Eitt av ljóspunktunum í fyrra hálvleiki var Teitur Poulsen Hellisdal, sum var púra tryggur tá hann fekk bóltin á vonginum.

Tað var greitt at hetta fór at verða ein trupul dystur. Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði 11 mál í dystinum í gjár sat uttanfyri allan dystin. Tað sama gjørdi Micah Wardum.

Seinni hálvleikur var javnari enn fyrri. Tað vóru eisini góð ting at byggja víðari á, í hesum dystinum. Millum annað kann nevnast at Brandur Debes Dánjalsson kom inn í seinna hálvleiki og skoraði 7 mál.

Málskjúttar hjá Føroyum:

Brandur Debes Dánjalsson 7

Teitur Poulsen Hellisdal 6

Gabriel S. Árnason 3

Jóan Petur Mortensen 2

Ragnar Heinason 2

Rani R. Johannesen 2

Teitur Bogason 2

Hugin Halgirsson 2

Jónas Fossabrúgv 1

Axel Holm Simonsen 1

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni