U18-menn: Góvu Danmark skarpan gang

Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.

Føroyar komu aftur illa frá byrjan í dag og komu afturum 5-0. Okkara vóru leitandi í álopinum og stríddust við at finna loysnir móti vælvaksnu og tøttu donsku verjuni. Føroysku venjararnir máttu taka leikbrá eftir 7 minuttir og skiftu spælskipan til 7 móti 6. Hetta hepnaðist væl og eftir 20 minuttir stóð 10-10. Danmark svaraði tó aftur seinastu løtuna fyri hálvleik og vunnu sær eina leiðslu á trý mál til hálvleiks, 16-13.

Munurin vaks ikki stórvegis í seinna hálvleiki. Føroyska 7 móti 6 spælið riggaði væl og spældi Boas á Skipagøtu síðmannin, Gabriel Skeel Árnasson, fleiri ferð púra frían. Dysturin lá leingi og svingaði millum 3 og 4 mál, men megnaði okkara tó ongantíð at koma nærri enn 2. Danski málverjin hevði nakrar góðar og avgerandi bjargingar og komu Føroyar tískil ikki nærri. Dysturin endaði 32-27 til Danmark.

Eftir dystin var Gabriel Skeel Árnason kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Gabriel stríddist væl í verjuni og var eisini serliga eyðsýndur við 4 málum í seinna hálvleiki.

Hóast føroyska liðið stríddist serstakliga væl í dag, so rakk tað ikki til eitt fjórðingsfinalupláss. Føroyar koma tískil at spæla um plássini 9 til 16 í EM-endaspælinum. Liðini, sum enda millum 15 tey bestu, koma í HM-endaspælið næsta summar, og skal ein sigur afturat til fyri at tryggja hetta.

Dystargongdin: Føroyar – Danmark:
5 min. 0-3
10 min. 2-7
15 min. 5-9
20 min. 9-10
25 min. 12-13
30 min. 13-16
35 min. 17-21
40 min. 20-24
45 min. 21-25
50 min. 24-27
55 min. 25-29
60 min. 27-32

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 12(1)
Gabriel Skeel Árnason 5
Jónas Fossabrúgv 3
Gilli Reginsson 2
Mortan Eyðunarson 1
Teitur Poulsen Hellisdal 1
Axel Holm Simonsen 1
Jóan Petur Mortensen 1
Hugin Halgirson 1

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 43 min, 5 bjargingar
Jákup Arngrímsson Müller, 17 min, 1 bjarging

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni